Politikkur

FNU setur aðalskrivara

Í sambandi við at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) hevur fingið stuðul til eina 4-ára verkætlan frá Aage V. Jensen Naturfond, hevur felagið gjørt av at seta Fíu Niclasen sum aðalskrivara.

2025-03-19 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fía Niclasen hevur eina BSc í Management with Entrepreneurship frá Goldsmiths University og eina MSc í Environmental Technology frá Imperial College London. Umframt hetta hevur hon royndir innan verkætlanarleiðslu, náttúru- og umhvørvisátøk og altjóða og norðurlendskt samstarv.

Fía hevur verið ein virkin partur av FNU í trý ár, har hon hevur staðið á odda fyri fleiri átøkum. Hon fer nú frá sum næstforkvinna á komandi aðalfundi og tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. mai.

Vit í FNU ynskja Fíu hjartaliga vælkomna og gleða okkum til eitt gott samstarv!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder