Ítróttur

FM til KÍ í stórum stíli

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá KÍ kvinnunum í ár, og nú fýra umfør eru eftir at spæla, er longu greitt, at tær fimta árið á rað vinna føroyameistaraheitið. Talan er um FM nummar 23 seinastu 27 árini

Leygardagin vunnu kvinnurnar hjá KÍ 5-0 á EBS/Skála, og tryggjaðu sær harvið FM 2023 - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Leygardagin vunnu kvinnurnar hjá KÍ 5-0 á EBS/Skála, og tryggjaðu sær harvið FM 2023 - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2023-08-21 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: 17 dystir og 17 sigrar, og ein málmun, ið sigur 78-4.

Tað eru einfaldu tølini hjá fremsta kvinnuliðnum hjá KÍ higartil í landskappingini, og nú fýra dystir eru eftir at spæla, er eisini greitt, at einki av hinum liðunum kann fáa tær kongabláu aftur á stigatalvuni.

Leygardagin hevði KÍ vitjan av EBS/Skála, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-0 sigur til nýklæktu føroyameistararnar.

Maria Vinjardsdóttir Johansen skoraði tvær ferðir, meðan Rebekka Benbakkoura, Tóra Mohr og Tórunn Joensen gjørdu hvør sítt mál.

Seinastu 27 kappingarárini hevur KÍ vunnið ikki færri enn 23 FM. Í 1998 vann B36, í ’99 HB, og í 2017 og 2018 var tað EBS/Skála, ið fór avstað við føroyameistaraheitunum.

Tríggir aðrir dystir hava eisini verið um vikuskiftið. Í Runavík vann NSÍ 3-1 á B36, og í Havn vann HB 3-0 á 07 Vestur. Fríggjakvøldið tók TB/FCS/Royn ímóti Víkingi, og har gjørdist úrslitið javnleikur 3-3.

Síðsta umfar í Betri Deildini 2023 hjá kvinnum verður spælt leygardagin 14. oktober.

STIGATALVAN

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder