Ítróttur

FM-finalu vikuskifti á Tvøroyri

Nógvir dystir eru á skrá, og dystirnir byrja longu í dag kl. 16.00

2023-03-24 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Um vikuskifti verður stóra afturvendandi FM-finaluvikuskifti í flogbólti á Tvøroyri. Talan er um FM-finalurnar fyri yngru deildirnar.
Her hittast bestu liðini í ymisku aldursbólkunum í finalunum fyri at avgerða, hvør verður føroyameistari.

Nógvir dystir eru á skrá, og dystirnir byrja longu í dag kl. 16.00 og dystir eru áhaldandi inntil sunnudagin, har seinasti dysturin verður leiktur kl. 15.30.

Eins og vanligt, so er SÍ væl umboða í finalunum, við ikki minni enn 5 liðum, men eisini Mjølnir og Ternan hava góða umboðan í finalunum.

Hóast tað ikki er partur av sjálvum FM-finalu tiltakinum fyri yngri deildir, so leika eisini Føroya Tele liðini hjá TB og Mjølnir á Tvøroyri í dag kl. 18.00. 

Skráin fyri FM-finalurnar í yngri deildum 2023
Fríggjadagin 24. mars:
Kl. 16:00: G14: Mjølnir a - Dráttur
KL. 18:00: Føroya Tele-deildin, Kvinnur: TB-Mjølnir
Kl. 20:30: D14: SÍ-TB
Leygardagin 25. mars:
Kl. 12:00: D16: ÍF-SÍ
Kl. 14:00: G19: SÍ-Mjølnir
Kl. 16:00: G16: Fleyr-SÍ
Kl. 19:00: G16-B: Ternan-B71
Sunnudagin 26. mars:
Kl. 10:00: G14-B: Ternan-B71
Kl. 14.00: G12: KÍF a - SÍ a
Kl. 15:30: D12: Ternan - ÍF a
Allir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder