Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.
Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.
Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.
Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.
Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott frá bryggjmeistaranum í Klaksvík afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.
Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir við vælkomudrykki og leskiligari suppu vm. Eftir hetta verður vitja í kirkjuni áðrenn leiðin liggur til seyðhúsi á Uppistovugarðinum, har kokkurin hevur borðreitt við tíggju ymiskum smárættum, tilgjørdir úr hágóðsku rávørum og lyftir upp á eitt høgt gastronomiskt stig. Eisini verður sjálvandi serligt Floksmannabryggj afturvið. Eftir hetta verður vitja kring áhugaverd støð í bygdini áðrenn fjøldin fylgir kokkinum oman á gravarbakka, til at grava máltíðina upp.
Ímeðan kokkurin og hjálparfólk gera klárt til at njóta høvðusmáltíðina, verður tónleikur at njóta, hesa løtuna verða eisini føroyskt framleiddir snapsir og serliga Floksmannabjórin frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.
Undir borðhaldinum kemur søgufrøðingur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan og søgur og sagnir úr Hattarvík.
Tónleikur og felagssangur er eisini á skránni og eftir borðhaldi verður fari uppá gólv.
Best er, um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.
Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.
Aldursmark 18 ár.
Luttøkan er avmarkað og í løtuni er bara nøkur fá pláss tøk, so tað er bara at gera skjótt av og tryggja sær atgongmerki.
Nærri kunning og bílegging fer fram umvegis fylgjandi:
https://www.atgongumerki.fo/1584640/floksmannadagur-1-juli-2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald