Vinna

Flogvøllurin kann útbyggjast við øktum ferðagjøldum

Vøkstur er ikki bara vøkstur. Tá vit hoyra um ferðahagtøl á flogvøllinum í Vágunum, verður henda søga ofta søgd við einum fegnum undirtóna, sum um at vøkstur í ferðafólkatalinum eintýðugt er nakað gott, tí tað avspeglar størri virksemi og meiri globalisering av føroyska samfelagnum. Í ár vaks talið á flogferðandi upp á nærum sama støði sum undan corona, við tí eyka umhvørvisiga fótaspori, tað gevur. Kringvarpið bar í farnu viku tíðindini, at “Vága floghavn roknar við 440.000 ferðafólkum í ár”.

2023-07-09 23:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við ambitiónunum hjá flogvinnuni, ferðavinnuni o.s.fr. verða Føroyar við tíðini kanska landið við flestum flogferðum fyri íbúgvan. Kunnu vit liva við tí? Kunnu vit yvirhøvur liva við, at vit longu nú teljast millum mest flogferðandi lond í heiminum?


Vøkstur í flogferðslu er sera dálkandi, og tí er neyðugt at spyrja: er tað hendan vøkstur, vit vilja hava? Vilja vit menna vinnur, ið eru so sera dálkandi fyri íbúgvan, sum flogvinnan er? Um vit vilja umhvørvinum og veðurlagnum tað væl, eiga vit so ikki heldur at stremba móti vøkstri í vinnugreinum, ið eru lutfalsliga minni dálkandi og orkukrevjandi? Kundi meiri av fólka- og vøruflutninginum til og frá landinum farið fram sjóvegis heldur enn loftvegis? Er nýggja farmaflogfelagið FarCargo yvirhøvur skilagott umhvørvisliga?



Vit sleppa ikki undan grøna rákinum


Við støði í umhvørvisrákinum í heiminum í dag, dugi eg bert at síggja tveir møguleikar: Antin at vit sjálvi eru proaktiv og minka um útlátið sjálvi, ella at politiskir brúkarar við tíðini fara at krevja hetta av okkum. Vit sleppa ikki undan grøna rákinum; kunnu einans útseta tað. 


Við einum av mest misbrúktu hugtøkunum seinastu árini royna ferðavinnusølufólk at selja “burðardygga ferðavinnu”. Trupulleikin er, at eingin ferðavinna í Føroyum er burðardygg, so leingi kundarnir skulu ferðast langa leið til Føroyar við flogfari - so langt frá. Snildu sølufólkini royna eisini at brúka eitt annað snýtiorð sum “stuttflutt” til at grønvaska ferðavinnuna, men sama ger. Ein vøra er líka lítið stuttflutt, um hon verður útflutt til brúkarar uttanlands, ella um útlendskir brúkarar verða innfluttir at keypa vøruna. Og hvussu stuttfluttar eru hesar vørurnar í grundini, tá orkan, framleiðslutólini, embalasjan o.s.fr. øll eru innflutt?


Fyri meg er ein risastór útbygging av flogvøllinum og eina samsvarandi risasatór øking av flogferðsluni til og frá Føroyum ikki nakað endamál í sær sjálvum. Vit vita, at plásstrot ofta er í Vágunum, men er svarið at byggja meiri út, ella áttu vit heldur at tálmað flogferðsluni nakað komandi árini?


Í veruleikanum røkka vit tá fleiri málum í einum: 1) vit minka um útlátið, 2) vit minka um tørvin á útbyggingum, 3) vit fáa eina inntøkukeldu til at gera tær neyðugu útbyggingarnar og umvælingarnar av Vága floghavn og 4) vit fáa minni slit av føroyska samfelagnum, tá færri, men ríkari ferðafólk leita sær til Føroya. 


Nei, flogferðing er als ikki nakar mannarættur. 



Heldur avgjøld á flogferðir enn á húsarhald


Tað verður gaman í dýrari hjá ferðafólkum at flúgva til Føroya og hjá føroyingum at flúgva til útlond. Hetta er tó ein rættvísur prísur at gjalda, í staðin fyri at avgjøld og skattir verða lagdir á aðrar partar av samfelagnum. Tað er munandi frægari at dýrka um luksus sum flogferðir, heldur enn at leggja gjøld á neyðsynjarvørur. Í veruleikanum kundi hetta eisini verið ein liður í at umlagt alt avgjalds-mixið til at fokusera meiri á umhvørvisvernd, samstundis sum lætt verður um hjá vanligum húsarhaldum. 


Hóast hagtølini sum nú er nærum ikki telja flogferðsluna við í útlátstølini, eru hesi tølini lutfalsliga løtt at estimera, og mín áheitan til Umhvørvisstovuna er at telja hesi estimat við í útlátstølini fyri Føroyar, soleiðis at vit ikki bert telja netto-útlátið, men eisini brutto-útlátið hjá Føroyum við. Annars sleppa ávísar sera dálkandi vinnur sum flogvinnan at flúgva undir radaranum, meðan aðrir partar av samfelagnum verða offur fyri hægri umhvørvisgjøldum, enn neyðugt er.   


Tá útlát verður talt upp altjóða, er sjálvandi neyðugt við netto-tølum, so útlát ikki verður talt dupult. Men útlátið er líka føroyskt, um bunkrað verður í Føroyum ella uttanlands, um flogfarið er føroyskt ella útlendskt, ella um føroyingar ella útlendingar flúgva. Allar flogferðir til og frá Føroyum eru partur av føroysku vælferðini og harvið av føroyska umhvørvis-fótasporinum. 


Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder