Semingsmaðurin legði hósdagin í farnu viku enn eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya. Føroya Arbeiðsgevarafelag góðtók semingsuppskotið, meðan Flogskiparafelag Føroya vrakaði uppskotið. Semingsmaðurin hevur nú endað semingsroyndina, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí lýst verkbann.
”Hetta er ein sera óheppin støða, sum bæði flogskipararnir, Atlantic Airways og føroyska samfelagið verður kastað út í. Vit skilja ikki heilt, hví Flogskiparafelag Føroya hevur valt at forkasta bæði semingsuppskotini, sum semingsmaðurin hevur lagt fyri partarnar, tí vit hildu, at talan var um balanserað uppskot, sum tók atlit til sjónarmiðini hjá báðum pørtum,” sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.
Um avgerðina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at lýsa verkbann sigur Niels Winther víðari:
”Vit kenna okkum noydd til at lýsa verkbann, tí hvørki vit, Atlantic Airways ella føroyska samfelagið kann liva við at fara inn í hásesongina fyri flúgving við einari verkfalshóttan hangandi yvir sær til eina og hvørja tíð. Tá semingsmaðurin hevur endað semingsroyndina, er friðarskyldan ikki longur galdandi, og Flogskiparafelag Føroya kann til eina og hvørja tíð fara í verkfall við 14 daga fráboðanarfreist. Hóast vit vita, hvussu umfatandi avleiðingarnar verða fyri ferðing millum Føroyar og útlandið, vilja vit heldur taka arbeiðssteðgin nú, enn at bíða til summarfrítíðina, tá ferðafólkatalið er størst.”
Verkbannið er lýst at byrja frá samdøgursbyrjan kl. 00.00 fríggjadagin t. 12. mai og er galdandi fyri teir limir hjá Flogskiparafelag Føroya sum arbeiða hjá Atlantic Airways við støð í Føroyum. Verkbannið er sostatt bert galdandi fyri støð í Føroyum, og ikki fyri støðina í Billund og Keypmannahavn.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur undantikið sjúkraflutning frá verkbanninum.
Fyri spurningar, hvussu hetta ítøkiliga ávirkar flúgvingina og aðrar praktiskar spurningar í hesum sambandi, verður víst til Atlantic Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald