Lýsing

Flogmekanikaralærlingur til Atlantic Airways í Føroyum

-

2022-01-16 10:40 Author image
-
placeholder


Hevur tú gott høvd, góðar hendur og góðan hug til framkomnan mekanikk? Dámar tær væl at hava skil á tingunum og arbeiða eftir forskriftum? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum toymi, sum tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur eru til reiðar at fara á flog? So er tað møguliga tær, vit leita eftir, tí Atlantic Airways tørvar ein flogmekanikaralærling.

Okkara lærlingar fáa eina holla og umfatandi innleiðslu í og vitan um viðlíkahald og umvæling av flogførum og tyrlum – bæði innan mekanikk, pneumatikk, hydraulikk og elektronikk.

Alt hetta er neyðugt fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.

HØVUÐSUPPGÁVUR HJÁ DEILDINI

Høvuðsuppgávan er at viðlíkahalda okkara Airbus flogfør og okkara AW139 tyrlur frá nøs til hala. Vit fylgja viðlíkahaldsskipanunum frá verksmiðjunum, og er hetta uppbýtt í ATA kapitlar (Air Transport Association).

UM STARVIÐ

Lærutíðin er umleið fýra og eitt hálvt ár

Handverksfrálæran fer fram í Føroyum og møguliga á útistøðunum hjá felagnum og á øðrum viðkomandi verkstøðum

Skúlaskeiðini fara fram á TEC-Aviation í Hvidovre í Danmark

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava grundskeið í flogmekanikki, 10. floks prógv og støddfrøði á c-stigi

Í lærutíðini er lønin ásett sambært sáttmála millum Atlantic Airways og avvarðandi fakfelag.

UM TEG

Tú hevur evni og handalag til at arbeiða við amboðum, tøkni og mekanikki

Tú hevur hug til at arbeiða bæði analogt og talgilt

Tú hevur vanligan kunnleika í enskum

Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert ágrýtin og hevur góð samstarvsevni

VIT BJÓÐA

Eina spennandi og avbjóðandi lærutíð í eini dynamiskari fyritøku, har tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum og verður partur av eini deild, sum við eldhuga og nærlagni greiðir sítt arbeiði úr hondum.

STARVSSTAÐUR

Starvsstaðurin er á flogvøllinum.

UMSÓKNIR OG UMSÓKNARFREIST

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Richard Johansen, leiðara á Part-145, á telefon 213 785 ella telduposti richard@atlantic.fo ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á telefon 213 702 ella telduposti elin@atlantic.fo.

Send okkum eina skrivliga umsókn saman við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum á starv@atlantic.fo – viðmerk „Flogmekanikaralærlingur” í teldupost-heitinum.

Umsóknin skal verða Atlantic Airways í hendi í seinasta lagi mánadagin 31 . januar 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder