Ítróttur

Flogbóltur menn: Mjølnir varðveitir oddasessin

Føroya Tele-deildin, menn:Mjølnir – ÍF 3-1 (22-25, 25-21, 25-22 25-21) 

2023-11-16 11:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sunnudagin vann Mjølnir seg upp á fyrstaplássið í Føroya Tele-deildini við 3-2 sigri á SÍ, men longu í gjárkvøldið stóð oddasessurin upp á spæl aftur, tá ÍF vitjaði í Klaksvík.

Seinast, hesi bæði møttust, var fyri knøppum mánaði síðani, og tá vann ÍF 3-2.

ÍF legði eisini betri fyri hesa ferð, og fyrstu tvey stigini vórðu vunnin við hepnari netrullaraservu frá Oleksandr Dmytriiev og blokki frá Arthuri D. Poulsen. Mjølnir javnaði tó skjótt aftur, men fór ongantíð framum og seinastu ferð, liðini vóru jøvn, var tá tá Mateusz Pazgan javnaði til 13-13 við blokki, eftir at hann sjálvur hevði gjørt eina fína heving við fótinum fyrr í duellini. Næsta blokk tapti hann tó ímóti Filip Ilic, og tá eisini næsta smassj hjá Mjølni fór í netið og hin Ilic-tvíburin, Vuc, vann enn eitt stig fyri ÍF, so var ÍF frammanfyri 16-13. Mjølnir nærkaðist aftur, men við góðum blokkspæli fór ÍF framum 21-16, og so var settið komið undir land. Annan settbóltin vann Vuc Ilic við blokki eftir eitt forkølað og miseydnað lobb frá Mjølni.  

ÍF helt á í øðrum setti og legði seg á odda 7-4, men blokkurin við Thorvaldi Danielsen og Páll Heðini í Grund javnaði til 8-8, og so hevði Mjølnir hug at draga frá. ÍF gjørdi feilirnar sjálvt, og so var 12-8 til Mjølnir. ÍF javnaði aftur til 17-17 og 18-18, men hópin av feilum gav Mjølni lætt spæl, og brátt hevði Mjølnir settbólt við 24-19. Tann triði var gagnnýttur við smassji frá Mateusz Pazgan.

Í triðja setti legði heimaliðið seg skjótt á odda 10-5 og 18-13. Eitt vet av spenningi kom í, tá ÍF minkaði um munin niður í tvey stig, so støðan gjørdist 16-18, 19-21 og so 22-24, men Mjølnir gjørdi sær dælt av øðrum settbóltinum og vann 25-22.  

Fjórða sett gjørdist ongantíð spennandi. Mjølnir legði seg á odda 9-3 og 17-10, og hóast ÍF minkaði um munin niður í trý stig, so støðan gjørdist 20-23, so var ongantíð ivi um at Mjølnir fór at vinna settið.

Sum heild hevði Mjølnir fleir streingir at spæla uppá, eisini hóast Stefan Rosenlund er skaddur. Hjá ÍF er stórur saknur í slagstyrkini hjá Vukasin Nedeljkovic, sum meiðslaði sær knæið tíðliga seinasta kappingarár. Í Fuglafirði verður vónað at hann er mentur at leika aftur í januar ella februar.

Ternan – SÍ 0-3 (15-25, 13-25, 14-25)
Við sigri á Ternuni hevði  SÍ møguleikan at leggja seg á odda í Føroya Tele-deildini, men tað hendi bert, um ÍF vann á Mjølni. Tað gjørdi ÍF sum kunnugt ikki, og tað merkir so, at SÍ legði seg á annaðplássið, eitt stig eftir Mjølnir og fýra frammanfyri ÍF, sum tó hevur spælt ein dyst minni.

Annars var Ternan frammanfyri eina góða løtu í fyrsta setti, men tá SÍ javnaði til 8-8, gekk bara ein veg, og SÍ vann 25-15.

SÍ helt fram, har slept var í fyrsta setti, og tey bæði næstu vórðu vunnin 25-13 og 25-14. 

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn: 

Nr.  

Lið 

Dystir 

Stig 

Mjølnir 

12 

SÍ 

11 

ÍF 

Fleyr 

Ternan 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder