2023-05-27 22:26
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti er nú í gongd við sína fyrstu Silver League-kapping nakrantíð. Fyrsti dysturin varð leiktur í høllini á Hálsi í kvøld, har føroysku kvinnurnar taptu 0-3 ímóti einum sterkum liði frá Montenegro.
Byrjanin var ikki góð, men síðani leiktu føroysku kvinnurnar seg upp og spældu upp ímóti Montenegro í 3. settinum.
Í byrjanini av dystinum sá út til, at føroyska liðið manglaði dystarvenjing; nakað sum eisini er veruleiki. Liðið hevur vant upp til Silver League-kappingina, men hevur ikki leikt nakran venjingardyst.
Til samanberingar hevur liðið frá Montenegro leikt tveir venjingardystir stutt undan ferðini til Føroya. Hesir dystirnir vóru ímóti Bosnia og Hersegovina. Bosnia og Hersegovina er styrkismett sum nr. 16 í Evropa - 11 pláss frammanfyri Montenegro - men hóast tað vann Montenegro dystirnar ímóti Bosnia og Hersegovina.
Munurin á liðunum var greiður í 1. og 2. setti, har føroysku kvinnurnar ikki funnu fram dygdir sínar ímóti einum sterkum mótstøðuliði við høgum leikarum.
3. settið var tó øðrvísi, har føroyska liðið var frammanfyri part av settinum (5-2 og 7-4), sum tó endaði 20-25.
3. settið ber boð um, at nakrir spennandi dystir kunnu vera í væntu fyri føroysku kvinnurnar, sum skulu í eldin aftur longu mikudagin 31. mai ímóti Georgia. Georgia er styrkismett sum nr. 34 í Evropa, eitt pláss frammanfyri Føroyar.
Men úrslitið hjá Georgia í dag ímóti Ungarn leggur upp til ein veruliga spennandi dysti í Havn mikukvøldið, tí Georgia tapti 25-11, 25-13, 25-15 í Ungarn í kvøld.
So mikukvøldið skal høllin fyllast!
Annars er Silver League flogbóltur aftur í høllini á Hálsi longu mánadagin kl. 18:00, tá menninir leika ímóti Kýpros.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald