Vinna

Flogbóltskvinnurnar skulu reisa seg

Í 3. setti í dystinum móti Kroatia vístu føroysku kvinnurnar gott spæl og tað stigið skal haldast, um tær skulu fáa eitt gott úrslit í dagsins dysti ímóti Rumenia. Dysturin verður í kvøld kl. 19.00

2022-08-24 13:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Aftur í dag møta føroysku kvinnurnar einum krútsterkum liðið. Miðalhæddin í álopspartinum á rumenska liðnum er 184 cm. Flestu leikararnir á rumenska liðnum hava sína dagligu gongd í bestu deildini í Rumenia, men einstakar leika í bestu italsku deildini, sum er mett sum hin besta í heiminum.

Avbjóðingin hjá føroysku kvinnunum í byrjanini av dystinum móti Kroatia var allarhelst mental og ikki teknisk, tí hetta var fyrsta ferðin at leikararnir møttu so sterkari mótstøðu. Tá hendan avbjóðingin hevði lagt seg og kvinnurnar sóðu seg hava møguleika at vinna teir bóltar, sum tær vanliga gera, gjørdist dysturin ein annar.

- Hendan gongdin skal halda áfram í dystinum móti Rumenia, sigur Lars Engel, høvuðsvenjari. Vit skulu hava eitt munandi betri úrslit í hesum dystinum enn ímóti Kroatia og so skulu vit vinna sett ella dyst ímóti Ísrael.

Dysturin verður leiktur kl. 19.00 í høllini á Nabb og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder