Ítróttur

Fleyr knógvaði SÍ í hálvfinaluni í Bónus kappingini

SÍ - Fleyr 2-3 (22-25, 25-17, 21-25, 25-21, 12-15)

2024-02-10 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Somu liðini hittust í finaluni fyri áleið einum ári síðani. Tá vann SÍ ein knúsandi sigur á Fleyr, men hesuferð varpaði Fleyr SÍ úr Bónus kappingini áðrenn steypafinalurnar 25. februar. Talan var um sera tættan dyst, sum kundi koppa báðar vegir.

Sì liðið er munandi styrkt síðani byrjan av kappingini. Umframt at tveir av egnu leikarunum eru vendar heimaftur, hevur liðið fingið tilgongd av brasilsku Ceciliu Goulart. Saman við Soffíu Weihe Simonsen helt Cecilia SÍ inni í dytinum øll fimm settini.

Hjá Fleyr vóru Hanna Olsen, Anja Danielsen avgerðandi. Hartil hevði Óluva Mohr ein sera sterkan blokk í avgerðandi støðum í dystinum. Men mest eyðsýnd var tó einans16 ára gamla Thirza Beccera sum kom inn í dystin í øðrum setti og sum síðani leikti ein dreymadyst - bæði í álopi og verju.

Fleyr møtir Drátti í finaluni hin 25. februar í høllini á Hálsi í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder