Ítróttur

Fleyr hevði møguleikan at taka fyrstaplássið, men endaði aftast

Steypakappingin, menn:ÍF – Fleyr 3-1 (21-25, 25-21, 25-22, 25-15)

2023-01-26 10:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fleyr hevði møguleikan at taka fyrstaplássið, men endaði aftast

Steypakappingin, menn:
ÍF – Fleyr 3-1 (21-25, 25-21, 25-22, 25-15)

ÍF vann í kvøld sannførandi á Fleyr, sum ikki tók av møguleikanum at fáa fyrstaplásssið í bólkinum og harvið møta nr. 4 í hálvfinaluni.  Ístaðin endaði Fleyr aftast av liðunum, sum koma í hálvfinaluna, og skal tí møta oddaliðnum Mjølni.

Fleyr vann annars fyrsta settið 25-21, eftir at ÍF tvær ferðir hevði togað seg upp á javnt; fyrst frá 6-11 upp á 11-11 og so frá 13-16 til 17-17. Men so dró Fleyr frá á triðja sinni og vann.

Í øðrum setti gekk javnt á til 9-9, tá ið ÍF vann tríggjar bóltar á rað og helt munin restina av settinum, sum varð vunnið 25-21, tá ið servan hjá Fleyr brast í netið.

Triðja sett var eisini javnt, og liðini skiftust um at vera á odda, men við støðuna 21-21 fór ÍF tvey stig framum og fekk settbólt við støðuna 24-22, og hann varð vunnin takkað verið mistaki hjá Fleyr, eftir at Arthur D. Poulsen hevði servað fyri ÍF. Arthur, sum ikki hevur spælt við ÍF í ár, tí hann er fluttur til Tvøroyar at arbeiða, har hann eisini er venjari hjá kvinnunum hjá TB, verður eftir ætlan við restina av kappingarárinum, nú skaðar hava gjørt um seg hjá ÍF.

Í 4. setti vann ÍF so ruddiliga. Eftir 7-7 gjørdist støðan 15-9, áðrenn ÍF vann settið so mikið sum 25-15.

Tað merkir so statt, at Fleyr verður aftast av teimum fýra liðunum, sum eru komin í hálvfinalurnar, og skal tí møta oddaliðnum Mjølni. Tað er neyvan ein ynskidreymur fyri Fleyr, hóast Fleyr vann 3-1 á teimum fyri viku síðani. ÍF klintraði við sigrinum upp á triðjaplássið og skal tí møta SÍ á øðrum plássi. Í bólkaspælinum vann SÍ 3-2 á ÍF, so útlit eru fyri spennandi hálvfinalum, sum verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.

Endaliga støðan í bólkinum:
Mjølnir 9 stig
SÍ 8 stig
ÍF 7
Fleyr 6 stig

Ternan 0 stig

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder