Við 3-0 sigri á KÍF, og við hjálpandi hond frá SÍ, sum vann 3-0 á TB, hevur Fleyr spælt seg í FM-finalurnar, har mótsøðuliðið verður júst SÍ.
Fleyr livdi hættisliga í fyrsta setti, har støðan gjørdist 24-24, men við serviessi frá Helenu Skylv Hansen trygjaði Fleyr sær settið 26-24. Síðan var stórur munur, og Fleyr vann tey bæði næstu settini 25-19 og 25-14.
Setningurin hjá Fleyr var nú útintur, og eftir var at bíða eftir lagnuavgerðini í Sørvági, har TB skuldi vinna á greiða oddaliðnum SÍ, um tvørakvinnur skuldu taka finaluplássið frá havnarkvinnum.
Her vísti SÍ skjótt, at tað er stórfavorittur at gerast føroyameistari, tí fyrsta og annað sett vórðu vunnin 25-8 og 25-10.
Í triðja setti var spenningur kortini í, og TB legði seg framum so mikið sum 14-8, men leiðslan hvarv sum døgg fyri sól, og SÍ javnaði til 15-15. TB helt tó fast og hevði tveir settbóltar, men SÍ javnaði aftur og vann settið 26-24 og harvið dystin 3-0.
Tað merkir samstundis, at TB kann ikki fáa Fleyr á øðrumplássi aftur, og tí verða tað SÍ og Fleyr, sum skulu spæla FM-finalur.
Støðan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:
Fleyr 17 / 40
TB 16 / 33
Mjølnir 15 / 17
Dráttur 16 / 15
Ternan 16 / 9
KÍF 16 / 9
Dagsins dystir:
KÍF – Fleyr 0-3 (24-26, 19-25, 14-25)
SÍ – TB 3-0 (25-8, 25-10, 26-24)
Mjølnir – Ternan kl. 15:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald