Vinna

Flestu trúgva, at russisk hernaðarflogfør eru í føroyskum loftrúmi

Ikki síðani annan veraldarbardaga hevur støðan í Evropa verið so spent, sum hon er nú.

2022-05-02 18:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu árini hava bretska, danska og svenska loftverjan fleiri ferðir burturvíst russisk hernaðarflogfør úr sínum øki. Og um vikuskifti vóru bæði danska og svenska loftverjan aftur og róku russisk flogfør úr loftrúminum.

Nú vísir ein Spyr.fo kanning, at tað er ein stórur meiriluti av føroyingum (75%), sum halda, at russisk hernaðarflogfør eisini gera flúgvingar í føroyskum loftrúmi.


Føroyar eru langt frá krígnum í Ukraina. Men avleiðingarnar merkjast kortini. Eftirspurningurin úr Russlandi minkar. Trýstið at seta tiltøk í verk veksur. Og tað eru komin flóttafólk úr Ukraina til Føroyar.


Á ráðstevnuni ”Sig mær hvørjum tú fylgist við” mikudagin 4 mai kl. 15.00 verða evnini m.a., at virðir fara at fylla meira í altjóða politikki komandi tíðina. Og at tað gerst týdningarmiklari hjá smátjóðum at velja síni sameindu og handilspartnarar við umhugsni.

Í dag er seinasta freist at tekna seg til ráðstevnuna.
Send mail til [email protected] ella melda teg á Facebook. https://www.facebook.com/events/665364298052284  

Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri ráðstevnuni, og sum hevur gjørt kanningina.

https://www.jaf.fo/ti%C3%B0indi-og-greinar-jaf-fo/kanning-fleiri-eru-fyri-at-ste%C3%B0ga-utflutningi-til-russlands-enn-imoti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder