Vinna

Fleiri eru deyð í Fields

Løgreglan í Keypmannahavn hevur júst havt ein tíðindafund.

2022-07-03 19:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á tíðindafundi beint nú varð sagt, at fleiri eru deyð og fleiri eru særd tá ið skot vóru latin av í Fields.

Løgreglan er til staðar í øllum Keypmannahavn, og í øllum Sjællandi.

Tað var kl 1730 danska tíð, at løgreglan fekk fráboðan um, at skot vóru latin av í innkeypssentrinum Fields.

Tann sum er handtikin er ein 22 ára gamal maður. Danska løgreglan fær ikki avvíst at talan er um terror.

Løgreglan hevur hesa áheitan:

Um fólk hava verið í Fields, sig við tey nærmastu at tú hevur tað gott.

Hevur tú video ella annað so set teg í sambandi við løgregluna á 114.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder