2023-08-22 19:18
Eyðfinn Magnussen skrivar:
.
Í vár fór Fróðskaparsetrið undir ein verkætlan at skráseta, hvussu flatmaðkurin hevur spjatt seg kring Føroyar. Tað gongur framá við at kortleggingini, men enn mangla vit upplýsinga frá fleiri støðum kring landið.
.
Gott hevði tí verið, um tit lótu frætta frá tykkum, og gjørdu viðmerkingar til hetta uppslagið, ella skrivaðu til mín persónliga, nær flatmaðkurin er komin til tykkara bygd. Tit eru eisini vælkomin at skriva, um flatmaðkurin IKKI er í tykkara bygd. Um tit halda, at onkrir av upplýsingunum, sum standa á kortunum eru skeivir, eru tit eisini vælkomin at koma við rættingum til kortini. Fólk kunna taka feil við árstølum, ella at flatmaðkur er summastaðni í einari bygd, ella hevur verið, men er ikki til staðar aðrastaðni í bygdini. EINGIR UPPLÝSINGAR ERU SKEIVIR. Vit taka gleðiliga í móti øllum tí, sum tit vita.
.
Tit eru eisini vælkomin at deila hetta uppslagið, so at so nógv fólk sum møgulig kunnu hjálpa okkum við arbeiðnum.
.
ÚRSLITINI HIGARTIL
19. mai hevði eg eina lýsing her á Facebook, har eg heitti á fólk um at skriva, nær flatmaðkurin er komin til tey ymisku støðini, ella bygdirnar, í Føroyum. Fólk hava verið røsk at koma við upplýsingum, og higartil havi eg fingið meira enn hundrað skrásetingar frá fólki kring alt landið
Upplýsingarnar eru vístar á kortunum niðanfyri
• REYÐU prikkarnir vísa, hvar flatmaðkur er í dag, og hvar ár hann er komin til tær ymisku bygdirnar. Higartil hava vit skrásett flatmaðk í 65 bygdum.
• BLÁU prikkarnir vísa bygdir, har fólk siga, at eingin flatmaðkur er. Higartil hava vit skrásett, at EINGIN flatmaðk er í 14 bygdum.
• Men enn mangla vit upplýsinga um flatmaðk í 49 bygdum í Føroyum. Hesar eru vístar við GULUM tríkantum á kortunum niðanfyri.
.
Onkrar upplýsingar hevði Jens-Kjeld Jensen, sum ikki einaferð, verið so skilagóður og skriva niður. Hetta er eisini við á kortinum.
Til ber at lesa meira um flatmaðk í Føroyum og um okkara verkætlan á Facebook-leinkinum:
.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald