Fiskimannasáttmálin nýtímansgerast og minstalønin upp
Fiskaflotin er, sum allar aðrar vinnur í harðari kapping um starvsfólk, tí vil eg arbeiða hart fyri at betra um korini hjá okkara sjófólkið og at varðveita landsins høvðusvinnu.
Tað er ikki løgið, at summið skip hava ringt við at finna manning, tá ið vit vita, at fiskiskapurin er ójavnur og lønin javnan ikki ferð upp um minstuløn.
Minstalønin sum í dag er kr. 1100,- pr. dag, má upp, eftirlønarviðurskiftini skula samsvara við krøvini hjá himum arbeiðarafelagnum og reiðarin skal gjalda eftirlønina.
Hvørja ferð eitt sjófólk loysir frá kei, má viðkomandi kenna seg vísan í eini minstuløn á minimum kr. 2200,- í daghýru, umframt eftir- og frítíðarløn.
Er túrurin góður, er vinningurin góður, men minstalønin má altíð vera livilig, um fiskiskapurin er vánaligur og ikki nøktar dagslønina.
Eg vil serliga arbeiða við at økja um býtis prosenti, soleiðis at manningarparturin gert hægri.
Míni mál eru at:
- Vunnin rættindi vera hildin og varðveitt
- Sjófólk fáa góðar og nútíðar umstøður umborð
- Minstalønin ferð frá kr. 1100,- til kr. 2200,- pr. hýrudag
- Lívstryggingarviðurskiftini blíva enn betur
- Sjófólk fáa 12% í eftirløn, sum reiðarin rindar
- Manningin skal vera frítikin fyri veiðugjald
- Skip kunnu landa har mest fæst fyri fiskin
- Túralongdin hjá langfaraflotanum skal niðir á 60 dagar
- Heimaflotin skal hava frí í Jólahalguni. Tvs. Frá 22/12 – 02/01
Per á Sýnini, valevni til nevndina hjá Føroya Fiskimannafelag fyri Eysturoynna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald