Landstýrismaðurin og Havstovan valdu fyri nøkrum árum síðan at skrotta leistin sum allur arbeiðsbólkurin var samdur um at fylgja frá byrjan. Veiðuregluna sum Fiskimálaráði og Havstovan hava valt at fylgja, nevna tey “bjargingarætlan fyri tosk”. Henda ætlan líkist meir og meir einari sjálvmorðsætlan fyri stóran part av fiskaríðnum á landgrunninum.
Hyggja vit nærri eftir 5 ára tíðarskeiðnum hava Fiskimálaráðið og Havstovan bert víst hugflog, førleikar og vilja til at avmarkað, økisfriða og skerja. Vit nærkast nú einum niðurskurði á 50% í døgum uppá bert 5 ár.
Í hesum sama tíðarskeiði sum landstýrismaðurin og Havstovan hava avmarka fiskiskapin á landgrunninum í ólukkumát, hevur ICES tilmælt føroyska samfelagnum at økja fiskiskapin munandi efti hýsu og upsa. Fiskimálaráðið og Havstovan ganga sostatt í størsta mun ímóti ICES tilmælum, tá í fiskiskapurin skal skipast undir Føroyum. Sum dømi kunna nevnast:
- í 2023 ráddi ICES Føroyingum til at fiska 11.853 tons av hýsu. Fiskimálaráði og Havstovan gjørdu tað øvugta og skerdu møguleikanar so at føroysku bátanir bert kláraðu at fiska 6.507tons av hýsu.
- í 2024 ráddi ICES Føroyingum til fiska 12.145 tons av hýsu. Fiskimálaráðið og Havstovan gjørdu enn einaferð tað øvugta, tey víðkaðu friðingarnar og skerdu við 20% í døgum. Úrsliti bleiv at tað kom 20% minni av hýsu uppá land enn ári fyri. Ca 5.300 tons bleiv tá fiska av hýsu.
- Leggja vit tilmælir frá ICES saman, og halda tey upp ímóti tí vit hava fiska seinastu 5-6 árini (mynd), meðan umsitingarætlanin hevur virka, hava skipini higartil fiska áleið 34.750 tons ov líti av hýsu ímun til hvat ICES ynskir og metir vera burðardygt ráðiligt. Hetta svarar til at Føroyska samfelagi, við Fiskimálaráðnum og Havstovuni á odda, hava frátikið føroyska samfelagnum eitt søluvirði uppá 6-700 milliónir krónur av hýsu.
Sama skili er við upsanum, tí savna vit ICES tilmælini seinastu 5-6 árini, hava føroyingar fiska millum 75-80.000 tons ov líti av upsa . Hetta svarar eisini til ein mangul uppá áleið 6-700 milliónir krónur í Føroyska samfelagnum.
Orsøkin til at Landstýri og Havstovan bera seg samfelagsliga skeivt at, er samansett. Tann fyrra er at man hevur hvørki hugflog, tíð ella vilja til at skipa fiskiskapin á landgrunninum soleiðis at hýsan og upsin fæst til høldar. Ístaðin hevur man skorið, avmarka, økisfriða og lagt eina røð av øðrum fótonglum á veiðiliði so tað er ógjørligt at fiska ICES tilmælini fyri hýsu og upsa. Hóast øll vit at tað er heilt nógv til av hýsu á landgrunninum.
Høvðusorsøkin til allan ruðuleikan er at Havstovan og Landstýri hava sett toskin undir Føroyum sum eitt altavgerðandi snúningspunkti í øllum botnfiskaríði undir Føroyum. Í takt við at Fiskimálaráði og Havstovan skerja so ógvusliga í toskafiskaríðnum, missir føroyska samfelgið størstan partin av øðrum fiskatilfeingi. Avleiðingin er at ovurhonds stór samfelagslig virðir fara fyri bakka á hvørjum ári.
Ein og hvør sum hevur innlit í fiskarí, veit at tað vil altíð vera okkurt fiskaslag sum ikki er væl fyri undir Føroyum, og so leingi sum Fiskimálaráði og Havstovan umsita alt fiskarí undir Føroyum við lægsta felagsnevnara sum altavgerandi (í hesum føri toskur), koma vit ikki at síggja nakra skilagóða stýring av fiskaríðnum í framtíðini. Vanlukkuliga stóra fokusi á toskin seinastu 5-6 árini hjá Landstýrismanninum og Havstovuni, er somikið skeivt, at Føroyska samfelagið hevur mist meir enn 1 milliard krónur av ótroyttum tilfeingi í sama tíðarskeiði. Man kann staðfesta at føroyska samfelagið rindar ein høgan prís fyri fiskifrøðiligu-illusiónina um at “fiska minni í ár, so fáa vit meir í næsta ár”.
Í 2025 heitir ICES enn einaferð Føroyingar á at fiska áleið 110% meir av hýsu enn vit gjørdu í 2024, og 25% meir av upsa enn vit gjørdu í 2024. Aftur hesaferð gera Fiskimálaráðið og Havstovan í størstan mun tað øvugta av ICES tilmælum og skerja bólkanar 10%. Orsøkin er enn einaferð at man ikki dugur ella vil síggja heildarmyndina, men bert brúkar lægsta lívfrøðiliga felagsnevnara í vistskipanini sum stavnhald.
Løgtingi hevur evstu ábyrgd av umsitingarætlanini og øllum teimum mistu virðunum, men har valdar tøgn og at síggja til manglandi evni hjá løgtingslimum at seta seg inn í støðuna. Liminir í løgtinginum hugsavnaðu seg áðrenn jól um hvar tað kundi sparast og spinkast á vælferðarsíðuni. Ístaðin burdu hesir somu hugsavna seg um inntøkusíðuna og álagt Fiskimálaráðnum at skipa fiskiskapin á landgrunninum soleiðis at øll virðir, ja alt lívfrøðiliga burðardygt ótroytt fiskatilfeingi kom til lands.
Felagið Trolbátar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald