Vinna

Fiskiloyvir - gildistíðin skal leingjast

Uppskotið um at leingja gildistíðina á veiðu- og fiskiloyvum kemur til viðgerðar í dag.

2023-03-28 09:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag verður fyrsta viðgerð av uppskotinum, sum Fólkaflokkurin hevur lagt fram, hvørs endamál er at leingja gildistíðina á veiðu- og fiskiloyvum.
Hetta var eisini ætlanin hjá seinastu samgongu, men av tí at løgmaður skrivaði út nýval í úrtíð, fall uppskotið hjá táverandi landsstýrismanni, Árna Skaale, burtur.
Løgtingsfundurin byrjar kl.11.00. Fylg orðaskiftinum á Tingvarpinum ella á heimasíðuni hjá Løgtinginum:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder