Vinna

Fiskavøruútflutningurin yvir 11 milliardir

Tíðarskeiðið september 2021 til august 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35% meir enn somu mánaðir í fjør.

2022-10-17 13:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hagstovan: Um hugt verður eftir seinasta árinum, ið er tíðarskeiðið frá september 2021 til august 2022, kann staðfestast, at vit fyri fyrstu ferð hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári. 

Átta fyrstu mánaðirnir í 2022, varð útflutt fyri 8,0 milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur. Hetta svarar til 39% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14%, meðan virðið er hækkað 43%. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25%. Sama gongd sæst fyri sildina.

Laksaútflutningurin er vaksin 34% og var 3,5 milliardir krónur fyrstu 8 mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 7%.

Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51%, 27% og 69%. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður 25% til 33% í miðal hetta seinasta árið.

Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri.


Útflutningurin til Russlands var 58,7 milliónir krónur í august 2022. So at siga alt var olja og aðrar vørur til russisk skip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder