Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Tað landar síðst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland og fýra eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so vit vantað at fleiri bátar fara at rógva út í vikuni. Fiskaríið hevur verði brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein frystitrolari er til fiskarí, men vantandi fer onkur avstað nú veðri fer at batna.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men helst fara hini út, tí veðri verður gott í vikuni.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara fleiri út í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Brúkiligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald