Samandráttur.
Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað kemur at landa síðst í vikuni.Tvey frystilínuskip eru við Ísland, tvey við Grønland og so eru trý á Íslandsrygginum. Tey fiska mest tosk og so hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.
Útróður: Streymurin er rímuliga harður, men linkar spakuliga sum vikan gongur. Veðri verður gott fyrst í vikuni, men móti endanum á vikuni sær út til at veðri ikki verður so gott. So vit vanta hampuligan nógvan útróður fyrst í vikuni, men minni síðst í vikuni. Bátrnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara teir út tá veðri batnar.
Partrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar. Vantandi fer onkur út á Skeivabanka at fiska havtasku.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald