Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er norðanfyri og trý smærri eru eystanfyri. Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva. Øll landa í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Ísland, Eitt er á Føroya Banka og sjey eru á ytru leið undir Føroyum.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, so tí rokna vit ikki við so nógvum útóðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Smáligt fiskarí. Trý pør liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum.
Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á Skeivabanka og fiskar havtasku. Møguliga fer onkur trolbátur avstað í næstum
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald