Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 38

Útróður: Streymurin er góður alla vikuna. Veðri verður brúkiligt fyrst í vikuni, men meira umskiftandi seinni í vikuni. Nakað av útróðri verður, men fiskaríið er vánaligt. Fáa mest av hýsu.

2022-09-19 08:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Línuskip. Eitt er á Íslandsrygginum og eitt norðanfyri. Bæði eru akkrát byrjaði túr, so vantandi koma tey ikki inn fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men helst fer okkurt avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru á Føroya Banka og fimm eru á ytru leið. Eitt er við Ísland.

Útróður: Streymurin er góður alla vikuna. Veðri verður brúkiligt fyrst í vikuni, men meira umskiftandi seinni í vikuni. Nakað av útróðri verður, men fiskaríið er vánaligt. Fáa mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu í bretskum sjógvi og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Smáligt fiskarí.  Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Ein er á Skeivabanka, hann fær mest havtasku og nakað av upsa og longu. Allir landa í vikuni. Vatandi fer onkur avstað í vikuskiftinum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder