Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 37

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur Veðri verður brúkiligt,

2022-09-12 07:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samandráttur.

Línuskip. Tvey eru á Føroya Banka og eitt er vestanfyri. Øll landa í vikuni. Skipini fáa mest av hýsu og longu. Vantandi fer okkurt avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er á Føroya Banka og eitt undir Íslandi.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur Veðri verður brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Smáligt fiskarí. Fáa mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Jákup Sverri ger yvurlitstrolingar á Føroya Banka. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í eysturgrønlandi.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Okkurt parið fer út um vikuskiftið.  Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Vatandi fer onkur avstað í vikuskiftinum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder