Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 35

Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott,so helst verður nakað av útróðri.

2022-08-29 08:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí, men vantandi fer onkur út um vikuskiftið. Vit rokna við at okkurt av skipunum fer at landa seinni í vikuni.  Seks frystilínuskip fiska undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott,so helst verður nakað av útróðri. Smáligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa fyrst í vikuni.  Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í eysturgrønlandi.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað fimta parið fiskar svartkalva. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Ein er á landleiðini, ein er á Skeivabanka, ein er á Íslandsrygginum og so eru tveir norðanfyri. Allir landa í vikuni. Tað er ein blandingur av toski, hýsu og flatfiski bátarnir fáa.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder