Línuskip. Tey størru ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men okkurt av teimum smærru eru farin til fiskarí. Tey fiska á Føroya Banka. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er vestanfyri Skotland og tvey sigla heim sum hava fiska tosk á Flemish Kap og kalva á Grandbank. Eitt, sum eisini hevur verði undir Føroyum, landar ídag 4/8. Skipini undir Føroum fáa mest av longu og brosmu, meðan tað vestanfyri Skotland fær mest av skøtu og brosmu.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fleiri fara vantandi út á Føroya BankaFiskar. Tey fáa mest av toski og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva Hann er nýliga byrjaður túr, so tað er kanska ivasamt um hann landar í vikuni. Restin liggur við bryggju.
Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so eru tvey pør og ein við lemmum á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.
Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann fiskar mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Hann landar síðst í vikuni. Vantandi fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Hini liggja við bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald