Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 3

Samandráttur

2023-01-14 09:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Línuskip. Eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar helst fyrst í vikuni. Nýggju frystilínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Teir størri útróðrabátarnir koma helst at gera nakrar túrar. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí.

Trolbátar:Trýggir eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder