Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 24

Samandráttur fyri viku 24

Mynd: Hentze Poulsen

Mynd: Hentze Poulsen

2022-06-13 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Línuskip. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men er nýliga byrjaður túr, so tað kemur ikki at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer okkurt avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.

Útróður: Streymurin verður rímuliga harður, men veðri sær út til at blíva gott í vikuni, tó vánaligt um vikuskiftið. Vit rokna ikki við nógvum útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á svartkalvaveiðu og koma teir møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Annar er bretskum sjógvi og hin í føroyskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og ein er norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava  brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder