Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Eitt er á Íslandsrygginum, meðan hitt er eystanfyri. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Møguliga landa tey síðst í vikuni. Tey smærru ísfiskalínuskipini fara vantandi út í vikuni. Av frystilínuskipunum eru trý á Flemish Kap og tvey fiska við Føroyar. Tey á Flemish Kap fáa tosk og tey við Føroyar fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Vantandi fer okkurt av frystiskipunum avstað í næstum.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri sær út til at blíva gott frá miskeiðis í vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu í bretskum sjógvi og ein í føroyskum sjógvi. So eru tveir sum fiska svartkalva og fryst fiskin umborð. Ein liggur við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fara fleiri út, tá veðri batnar.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og landa i vikuni. Fiskaríð er smáligt.Tvey fiska havtasku. Hjá hjá teimun er brúkiligt fiskarí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald