Samandráttur.
Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri sær út til at blíva gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa sýðst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Hin liggur við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Fýra eru á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Vit rokna við at allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald