2022-05-02 08:14
METING FYRI VIKU 18, 2022
Samandráttur.
Línuskip.Eitt stórt ísfiskaskip og eitt minni, eru úti. Vantandi landa bæði fyrst í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Smáligt fiskarí. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland og tvey undir Føroyum.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur og veðri sær út til at blíva brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald