2022-03-28 06:53
Samandráttur.
Línuskip.Trý stór ísfiskaskip og eitt minni, eru úti. Vit rokna við at øll landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Vit rokna við at okkurt fer avstað í næstum. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Annar er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald