Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 10

.

2025-03-02 10:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í mánadagin. Tað hevur mest av hýsu og toski. Fimm frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landar okkurt í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Møguliga onkrir av teimum størru útróðrabátunum ger onkran túr.  Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og tveir fiska upsa. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva. Jákup Sverri ger yvirltskanningar. Hann fiskar mest av hýsu og so tosk og upsa. Vit rokna við at allir ísfiskatrolarirnir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, fiskaríið er misjavnt. Hinir partrolarirnir fara avstað tá veðri batnar.

Trolbátar: Tríggir koma at landa mánadagin. Teir hava allir verði norðanfyri og hava fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa, reyðsprøku og øðrum flatfiski.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Ein landar mánadagin og so hinir vantandi seinni í vikuni..

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder