Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er norðanfyri og tvey smærri eru á Føroya Banka. Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva. Vit rokna við at øll landa í vikuni.Tvey frystilínuskip eru við Ísland, tvey eru á Føroya Banka og seks eru á ytru leið undir Føroyum.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur, men veðri verður nokkso umskiftandi, so tí rokna vit ikki við so nógvum útóðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Smáligt fiskarí. Tvey pør liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum.
Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Ein er eystanfyri og fiskar havtasku.Ein landar mánadagin, meðan hinir landa seinni í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað skjótt
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald