2022-04-16 09:55
Samandráttur.
Línuskip.Tvey ísfiskaskip eru úti. Bæði landa fyrst í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Smáligt fiskarí. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, fýra við Eysturgrønland og tvey undir Føroyum.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur og veðri sær út til at blíva brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri eftir páskir. Trý pør eru á gulllaksaveiðu.
Djúpvatnstrolarar: Annar er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma øll at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald