Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst fer okkurt avstað skjótt. . Trý frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er við Grønland . Skipini undir Føroyum fáa mest av longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri veður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Fiskaríið er smáligt. Vantandi fer onkur út á Føroya Banka. Tey fáa mest av toski og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og ein er farin á ryggin at fiska. Hann fær mest tosk. Tann sum fiskar svartkalva, landar møguliga síðst í vikuni, meðan hin landar neyvan í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og liggur við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so er eitt par og ein við lemmum á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.
Trolbátar: Trýggir eru úti, men vantandi fer onkur afturat út í næstum. Allir landað vantandi síðst í vikuni. Teir fáa eina blanding av tosk, hýsu og flatfiski.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Hini liggja við bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald