Vinna

Fish Fair: Framløga um havrannsóknarskipið Jákup Sverra

Leon Smith, tøkniligur leiðari á Havstovuni hevði mikudagin 18. mai framløgu um fyrireiking, bygging og royndir við nýggja havsrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

2022-05-25 19:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Dagarnar 17. til 19. mai var fiskivinnuframsýningarstevnan Fish Fair enn einaferð í Klaksvík. Í samband við framsýningina vóru eisini fyrilestrar, har ymisk viðurskifti, sum hava samband við fiskivinnuna vóru á skránni.

Hesu ferð var deildarleiðarin á Havstovuni Leon Smith eisini á fyrilestrarskránni og greiddi hann frá um fyrireikingarnar, byggingina og royndirnar við nýggja havrannsóknarskipinum.

Jákup Sverri var handaður Havstovuni í 2020, eftir eitt 10 ára tíðarskeið við fyrireiking og síðani bygging á Mest frá 2017 til 2020.

Jákup Sverri er eitt serskip bygt til endamálið at gera havrannsóknir, men hevur eisini útgerð til at gera botnkanningar og seismiskar kanningar. Lesast kann meira um skipið á heimasíðuni hjá Havstovuni her og í blaðnum Sjóvarmál frá 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder