Firum: Heidi S. Mortensen, lívfrøðingur og PhD lesandi luttók vegna Firum í granskingarverkætlanini saman við einum toymi av granskarum úr Noregi og Svøríki. Leikluturin hjá Heidi og Firum var at innsavna og avmynda 773 hjørtu frá øllum trimum føroysku alifeløgunum og at verða við at greina data frá kanningunum.
Longu í 2003 varð staðfest í norskari kanning, at hjørtur á alilaksi víktu frá hjørtum á villum laksi. Hjørtuni hjá villum laksi eru meiri avlong og tríkantað, meðan hjørtur hjá aldum laksi eru styttri og meiri avrundað. Kanningar hava víst, at avvíkjandi hjørtu føra við sær at hjartað ikki virkar optimalt, og er fiskurin tí meiri sárbærður í mun til strongjandi handfaring, so sum avlúsing.
Kanningar hava eisini víst, at tað eru serliga ávís avvíkjandi formaði hjørtu, sum eru sett í samband við økt felli vegna strongjandi handfaring. Hjartaskapið á alilaksi kann tí siga nógv um “robustheitina” hjá laksinum, og tí kunnu kanningar av útsjóndini á hjørtum hjá laksinum nýtast ítøkiliga at meta um hvussu robustur alilaksur er td. tá teir skulu avlúsast.
Kanningar av útsjóndini av hjørtunum hevur vanliga verði gjørd manuelt. Henda mannagongd er sera tíðarkrevjandi og kann eisini verða undirløgdr subjektiviteti, sum førir við sær, at mátingarnar ikki altíð eru heilt rættar. Tí var endamálið við hesi verkætlan at menna eina mannagongd, sum er standardiserað og kann gerast automatisk, og harvið bæði skjótari og neyvari.
Hesin háttur at máta laksahjørtu er nýggjur og tískil slóðbrótandi. Hátturin at kanna laksahjørtu kann hava ítøkiligan týdning at skilja og minkað um hjartafeilir og samstundis økja um laksaheilsuna.
Myndirnar niðanfyri vísa munin á at gera mátingar av hjørtunum manuelt (reyðar strikur) og at gera tær standariseraðar, talgilt og automatisk (grønar strikur). Her sæst, tá menniksju gera mátingarnar manuelt passa tær ikki altíð.
Til tess at betur kunnað nýta og kenna nýggju talgildu metoduna, varð gjørd ein samanbering av norskum og føroyskum alilaksi. Hetta var ikki aðalendamálið við verkætlanini, men kortini eru úrslitini sera áhugaverd. Tey vísa, at kannaðu hjørtuni á norskum alilaksi víkja meiri frá hjørtum hjá villum laksi, meðan munurin millum villan laks og kannaðu hjørtuni á føroyskum alilaksi ikki er eins stórur. Við øðrum orðum, so eru kannaðu hjørtuni á føroyskum aldum laksi meiri lík teimum villu enn hjørtuni hjá norskum alilaksi.
Hvør orsøkin er til hetta, er ringt at meta um, men kanningar hava m.a. víst, at laksur sum er aldur við einum hægri hita á smoltstøðini, fyri at vaksa skjótari, fær meiri avvíkjandi hjørtu, eins og at fiskur sum er meiri strongdur, eisini hevur meiri avvíkjandi hjørtu.
Hesin nýggi kanningarhátturin, sum er mentur av granskingartoyminum, fer væntandi at blíva brúktur nógv, tó er ov tíðliga enn at siga hvussu hetta verður skipað.
Verkætlanin er partur av eini størri granskingarverkætlan, sum kallast DigiHeart, ella Talgilt Hjarta, har eitt konsortium av granskarum arbeiða saman um hjartaheilsu hjá alilaksi.
Í Talgilt Hjarta arbeiðsbólkinum arbeiða granskarar frá Firum saman við granskarum frá Norges Miljø- og Biovitenskapelige Universitet, Universitetinum í Oslo, Universitetinum í Göteborg, Sveriges lantbruksuniversitet og DNV í Norra. Harafturat hevur Rúni Dam frá Avrik luttikið.
Granskingargrunnurin Nordforsk fíggjaði verlætlanina Talgilt hjarta við 7.940.000 norskum krónum. Stuðulin varð veittur umvegis Norðurlendska granskingar- og nýskapanarprogrammið fyri burðardygga aling.
> Greinin kann lesast HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald