Vinna

Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaftakvotuna

Finnur Fríði hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna. Teir hava fiskað góð 30.000 tons av svartkjafti í ár.

2023-05-06 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Finnur Fríði, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, kom tíðliga í morgun á Runavík við 1550 tonsum svartkjafti.

Finnur Fríði eigur landingartørn hjá Havsbrún í Fuglafirði mánadagin. Í løtuni landar Fagraberg 2600 tons til Havsbrún. Seinni í dag skal Arctic Voyager landa, og áðrenn Finnur Fríði sleppir framat. eigur Tróndur í Gøtu landingartørn.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder