Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin móti Póllandi, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.
Hópurin samlaðist á middegi mánadagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á Tórsvølli. Sum heild eru allir í hópinum væl fyri, og nú fáar tímar áðrenn avspark, er seinasti fyrireikingarfundurin á skránni.
Fýra ferðir áður hava Føroyar møtt Póllandi í A-landsliðshøpi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti, sum var fyri einum mánað síðani.
At talan er um sterka mótstøðu á Tórsvølli í kvøld, sæst eisini aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har Pólland er nummar 30, av teimum 211 limalondunum á listanum. Føroyar eru í løtuni á 131. plássi.
Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Pólland á Tórsvølli í kvøld fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, fsf.fo. Í løtuni er nakað yvir 3.000 atgongumerki seld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald