Politikkur

Fíggjarlógaruppskotið: Hallið økist við 90 mió. kr. uppí 263 mió. kr.

Álitið um fíggjarlógaruppskotið kom úr fíggjarnevndini í klokkan 23:30.

2025-12-14 10:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 30. septembur legði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2026, og hevur tað síðani verið í fíggjarnevndini. Tingfundur var settur at byrja klokkan 22 í gjárskvøldið, men bleiv niðurlagdur og tikin uppaftur um 23:30 tíðina í gjárskvøldið.

Tá kom álitið úr fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin er farin í ein meiriluta og eina minniluta. Samgongan er í meiriluta og anstøðan er í minnuluta.

Uppskotið Ruth Vang legði fram 30. septembur hevði eitt hall á 173 mió. kr.

Eftir tær broytingar, sum meirilutin mælir til í uppskotinum, verður samlaða úrslitið á fíggjarlógini eitt hall á 262,9 mió. kr.

Álitið sæst her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder