Í einum so ríkum samfelagi sum Føroyum eigur alt tí at vera gjørt fyri, at fólk ikki liva í fátækt ella vána korum.
Trupul fíggjarlig kor og/ella fátækt raka sera hart. Tað rakar gerandisdagin, og serliga børnini líða undir hesum. Frá kanningum vita vit, at hetta gongur útyvir bæði heilsu og trivnað ikki bara í barnaárum, men eisini inn í vaksnalívið. Tað kann gerast ein sosialur arvur, barnið fær við sær í vaksnalívið. Sostatt rakar fátækt ikki bara her og nú, men er nakað, sum kann fylgja við gjøgnum ættlarlið.
Vit hava amboð til at gera nakað við hetta. Og tey amboðini skulu vit brúka. Børn skulu ikki liva í fátækt í Føroyum- heimsins ríkasta landi- plaga vit at siga.
Landsstýrið kemur nú við einum oljukekki á 7000 kr sum ein eingangs hjálp. Krøvini til hvør fær hjálpina eru hørð. M.a. má man ikki hava eina ogn á 30.000 og kravið er, at man hevur oljuútreiðslur. Ein eingangs upphædd á 7000 kr. fellur nokk á eitt turt stað hjá nøkrum, alt gott um tað, men eg dugi ikki at síggja, at ein eingangs upphædd hjálpir sperdum barnafamiljum, sum støðan er í løtuni.
Tað er eyðsæð, at barnafamiljur og fólk við lágari inntøku eru hart sperd, nú kostnaðarstøðið er søguliga vaksið. Gerandisvørur, matur, klæði, býlis útreiðslur og líknandi eru dýrkað søguliga nógv, og lønirnar hava ikki fylgt við. Tað eru fyrst og fremst tey við teimum lægstu inntøkunum, sum merkja sviðan av hesum.
Støðan er ritað í stein. Fleiri og fleiri leita sær hjálp hjá felagsskapum til mat og klæðir. Og tað hendir samstundis, sum vit hoyra um metstór yvirskot í vinnuni. Ójavnt er býtt!
Sosiali ójavnin sær bara út til at vaksa. Eg havi onki átak sæð seinastu 3 árini, sum bøtir um hetta.
Ungar familjur, smábarnafamiljur, lág og miðallønt og tey, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, hava tað trupult. Inflasjónin rakar hesi serliga meint.
Í seinastu samgongu fingið vit m.a. innført familju ískoyti, sum er ein hjálp til barna familjur við lágari inntøku. Ta skipanina skulu vit víðkað. Umframt at tað eigur at vera hugt eftir, hvussu man í heila tikið kann hjálpa teimum við lægstu inntøkunum.
Tá ið samgongan nú fer inn og hjálpir við einum oljukekki, so undrar tað meg stórliga, at man ikki eisini víðkar um skaran, sum kann fáa familju ískoyti. Soleiðis kann man beinleiðis hjálpa børnunum, sum liva í familjum, sum hava tær lægstu inntøkurnar. Tey liva í hesum hvønn dag. Ein eingangs upphædd hjálpir ikki har.
Eg kann boða frá, at Tjóðveldi fer at leggja uppskot fram um at broyta treytirnar í familju ískoytinum soleiðis, at fleiri sleppa uppí skipanina. Hetta kann hjálpa sperdu barna familjunum, sum veruliga eru komnar í neyð, nú prísirnar eru farnir til himmals.
Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald