Vinna

Fíggjareftirlitið á eftirlitisvitjan í Norðoya Sparikassa

Fíggjareftirlitið var á eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa í novembur 2022

2023-02-11 11:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vitjanin hjá Fíggjareftirlitinum hevði til endamáls at gjøgnumganga øll týðandi váðaøkir í sparikassanum, undir hesum politikkir, mannagongdir og stakroyndir av útlánum.

Í sambandi við gjøgnumgongdina av útlánum staðfesti Fíggjareftirlitið, at tað var ikki tørvur á meiri niðurskrivingum.

Sparikassin fekk boð um at tillaga leiðreglur fyri compliance- og váðastýring við at útgreina ársætlan og raðfesting av uppgávum.

Solvenstørvurin skuldi økjast við 0,1 prosentstigi, og hesum hevur sparikassin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri 3. ársfjórðing í 2022.

Sparikassin tekur frágreiðingina til eftirtektar og ger neyðugar tillagingar.

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er viðheft her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder