2022-02-15 16:30

KVF: Fyri einum tíma síðani var eitt ferðsluóhapp við Streymin, og løgreglan sigur, at í hvussu er tveir ella tríggir bilar hava verið uppi í óhappinum.
Ein sjúkrabilur er á veg á Landssjúkrahúsið við fólki frá óhappinum, og løgreglan heitir á bilar um at vísa fyrilit, so sjúkrabilurin sleppur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald