Vinna

Ferðavinnuætlanir bjarga ongari náttúru

Tað er beinleiðis tvætl tá hann sigur, at hagarnar ikki verða órógvaðir, um tað fyriliggjandi lógaruppskotið kemur ígjøgnum.

2024-02-07 19:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sigert Patursson skrivar á Facebook:


Ferðavinnuætlanir bjarga ongari náttúru!
Í Degi og Viku í gjárkvøldi, slapp Jógvan Páll Lassen at bera eina røð av skeivum upplýsingum fram, sum ikki kunnu standa ósvaraðir.
Tað er beinleiðis tvætl tá hann sigur, at hagarnar ikki verða órógvaðir, um tað fyriliggjandi lógaruppskotið kemur ígjøgnum. Uppskotið gevur nevniliga útlendskum ferðafólki ein lógarásettan rætt til at ganga allastaðni, fyri eitt gjald á 150 kr. Sostatt verður hópferðavinna skipað í Føroyum við lóg.
Tað sigur seg sjálvt, at øll tey ferðavinnutilboð, sum eru sprottin kring landið, fara at hvørva sum døgg fyri sól, tí ongin áhugi verður í lokalt fyriskipaðum túrum, tá tú kann ganga allastaðni fyri 150 kr.
Tær sokallaðu ferðavinnuætlaninar, sum kommunurnar skulu gera, hava onki virði, tí landsstýrismaðurin hevur samstundis tryggjað sær rættin til at seta tær úr gildi, um tær ikki passa honum. Sokallaði ferðavinnuskatturin hjá landsstýrinum fer at geva 20 milliónir um árið. Tá hugsað verður um, at 500 m av eini gøtu á sløttum kostar uml 1. mió at gera sigur tað seg sjálvt, at landsstýrið leggur eina risa útreiðslu á kommunurnar.
Tey einastu, sum fáa nakað burturúr uppskotinum hjá landsstýrinum eru hotelvinnan og matstovuvinnan, tær stóru flutningsfyritøkurnar og útlendskar ferðaskrivstovur. Sum frálíður verður slitið á náttúruna ovurstórt, heiðafuglurin hvørvur, eins og tann siðbundna nýtslan av jørðini verður gjørd ómøgulig. Sostatt er landsstýrið í holt við at avtaka alla ta føroysklu mentan, sum hevur við jørðina at gera, til frama fyri føroyskan og útlendskan stórkapital.
Stríðið um gongd í haga hevur sostatt onki við føroyingar at gera, tí við tí pragmatisku umsitingini av verandi lóggávu, eru føroyingar ikki forðaðir í at fara ein túr í hagan. Stríðið snýr seg harímóti um, hvar útlendsk ferðafólk kunnu ganga. Og nú sigur landsstýrið, at útlendsk ferðafólk skulu sleppa at ganga allastaðni, fyri 150 kr. Tær 20 mió. sum hesin ferðavinnuskatturin væntast at geva, er munandi minni enn um vinnan sjálv sleppur at skipa hesi viðurskifti


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder