Vága Floghavn:
“Hóast byrjanin av árinum hevur verið ógvuliga trek sær vend nú út til at vera komin í, og vit hava góðar vónir til summarið og restina av árinum. Sum tað sær út nú vænti eg, at summarið fer at líkjast tí vit sóu í 2019, kanska eitt vet betri”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking og heldur fram: “Hóast útlit eru til eitt gott summar skal kortini nokk so fitt til, at metárið 2019 verður tikið”.
Tíðum hevur verið tosað um høg ferðafólkatøl í Føroyum, ikki minst í 2019, og er tí kanska vert at samanbera okkara tøl við tey síggjast kunnu aðrastaðni.
Um vit hyggja at teimum 424.281 ferðandi, sum fóru um Vága Floghavn í 2019, so síggja vit út frá skrásetingunum, at ein lítil helvt, 46%, var búsitandi í Føroyum, 7% vóru føroyingar búsitandi uttanlands, meðan restin, 47% vóru útlendingar. Tá vit tosa um ferðafólk, sum koma at vitja Føroyar sum turistar, er ikki vanligt at telja føroyingar við, hvørki okkum, sum búleikast her í landinum, ella teir sum vitja aftur á klettunum.
Tey 47% nevnd omanfyri fevna tí um 199.412 ferðandi, men her mugu vit minnast til, at Vága Floghavn eins á aðrir flogvallir telur ferðandi báðar vegir. Hetta merkir tí, at tað í 2019 vóru umleið 100.000 útlendingar, sum komu loftvegis til Føroya at vitja. Her er tó neyðugt at leggja afturat, at tá eru allir útlendingar taldir við, eisini teir, sum komu til Føroya í øðrum ørindum enn sum turistar. Talan er tá eisini um fólk, sum koma hendan veg í arbeiðsørindum, til dømis útlendingar sum arbeiða í Føroyum, handilsferðandi o.l. Eingin neyv skráseting er av hesum viðurskiftum, men sambært eini rættiliga eftirfarandi meting var talan um umleið 70.000 fólk, sum í 2019 komu til Føroya loftvegis sum ferðafólk ella turistar.
“Hetta kanska ljóðar av nógvum, men samanbera vit við okkurt annað samfelag vit kenna, bliknar hetta tal nakað. Umleið 600.000 ferðafólk vitja til dømis á Bornholm árliga, og har er langt frá líka rúmsátt sum hjá okkum. Bornholm er 566 km² til støddar í mun til okkara 1.400 km² og har búgva sløk 40.000 fólk í mun til okkum 53-54.000. Umleið 200.000 gistinætur vóru í Føroyum í 2019 meðan tey á Bornholm høvdu um 1,7 milliónir. Hvørjum vit skulu miða eftir í Føroyum er kanska ilt at siga, men okkara tøl eru ikki høg, um vit samanbera við onnur ferðamál um okkara leiðir”, sigur Regin I. Jakobsen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald