Ítróttur

FC Hoyvík tekur U17 lið úr kappingini eftir harðskap móti hjálpardómara

FC Hoyvík hevur lagt hesa kunning á Facebook í kvøld.

2025-03-27 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kunning frá FC Hoyvík
Í samband við álvarsama hending í samband við ósømiligan atburð og harðskap frá okkara U17 liði við dreingjum, hevur felagið tikið ta ábyrgdarfullu avgerð, at taka liðið úr øllum kappingum undir Fótbóltssamband Føroya.
Vit í FC Hoyvík ásanna álvaran í málinum og harmast inniliga støðuna. Vit vilja hervið alment biðja um umbering – til mótstøðuliðini, dómararnar og Fótbóltssamband Føroya – fyri ótolandi atburðin, sum varð sýndur.
Vit fara nú undir eina innanhýsis tilgongd, har vit arbeiða við uppfylging, ábyrgd og menning, fyri at tryggja, at okkara felag framhaldandi stendur fyri fótbólti, virðing og góðum felagsskapi.
Vegna FC Hoyvík
Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder