Vinna

Faxe Kondi finalan hjá kvinnum

 Komandi leygardag, 19. mars kl. 18.00, verður Faxe Kondi finalan hjá kvinnum millum Kyndil og H71.

2022-03-15 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF: Finalan verður væl dekkað av fjølmiðlunum við sjónvarpi, útvarpi, stroyming og tekstafrásøgnum. Kringvarpið sendir finaluna beinleiðis í sjónvarpinum og fer FM1 eisin at útvarpa dystin. Hartil verða skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og videobrotum.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Undan Faxe Kondi finaluni verður finalan í niðara bólki í FM-endaspælinum hjá kvinnum leikt. Hendan byrjar kl. 15.30 og verður millum vinnararnar av dystunum fríggjakvøldið millum StÍF og H71 2 og VB og EB. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder