Vinna

Favoritturin vann Ólavsøkusúkklingina

.

2025-07-27 11:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Pauli Poulsen gjørdist skjótastur, tá kappast bleiv í Einkulstarti ígjár. Veðrið var alt annað enn gott. Nógv regn, og nógvur vindur. Sera nógvur vindur, men tað var ikki vandamikið at kappast, og tí bleiv avgjørt at skipað kappingina sum ætlað.

Teir sum møttu, vildu kappast, og tað var tí ikki hugsingur um at flyta kappingina vegna 2Ólavsøkuveður".
Tað bleiv sum áður nevnt kappast í Einkultstarti. Teinurin var tann sokallaði ”FM klassikarin”. Hesin teinur er frá Havn til Kaldbak og aftur til Havnar.
Teinurin er góðar 29 kolometur, og á hesum teini er startur og mál var við Plantusøluna við Hoyvíksvegin í Havn.

Dómarin hevði sett unga Jónas Gunnarsson at byrja fyrst. Vanligt er, at tann sterkasti byrjar síðst og teir, ið ikki eru so skjótir, at byrja fyrst.
Dómarin kendi hinar súkklararnar, men ikki Jónas, sum dagliga súkklar í Danmark. Tað ger hann nú. Jónas Gunnarsson gjørdist nummar trý í Ólavsøkusúkklingini. Jónas er bert 13 ára gamal, og koyrdi í avbjóðandi veðrinum ein sera góðan Einkultstart. Uttan ein sokallaðan boyla brúkti hann bert 50 minuttir um 29 kilometur langa teinin. Eitt sera gott úrslit.

"Tað er gleðast um at tveir ungdómar stillaðu upp til hesa kapping. Eitt er at veðrið ikki var gott, eitt annað er, at teinurin er rættiliga langur, tá hugsað verður um, at Jónas og Jónatan bert eru 12 og 13 ára gamlir. Hetta fær okkum at hugsa um Rógva Johansen, Torkil Veyhe, Dávur Magnussen og aðrar sterkar súkklarar.", vóru fyriskipararnir samdir um eftir kappingina.
Pauli Poulsen koyrdi somuleiðis gott. Sigurin var sannførandi, og megnaði hann at koyra teinin uppá góðar 44 minuttir, sum gevur á eina meðalferð á beint yvir 40 km/t.

Jóanis Albert Nielsen hevur fyri kortum funnið súkkluna, og súkklugleðina, aftur, og tað er at gleðast um. Jóanis Albert gjørdist nummar tvey, og eins og hjá Paula, var annaðplássið hjá Jóanis trygt. Tað vóru góðir tveir minuttir aftur til 3. plássið.

Úrslit, 29 km einkultstartur, Opin Bólkur:
1. Pauli Poulsen, 44 min og 13 sek
2. Jóanis Albert Nielsen, 48:27
3. Jónas Gunnarsson, 50:28
4. Bogi Gregersen, 51:33
5. Gunnar Dahl-Olsen, 52:39
6. Erik Neshamar, 53:48
7. Jónatan Gregersen, 1 t 4 min 7 sek

Úrslit, 29 km einkultstartur, Ungdómur:
1. Jónas Gunnarsson, 50 min 28 sek
2. Jónatan Gregersen, 1 t 4 min 7 sek

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder